Vælkomin til heimasíðuna hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Á heimasíðuni eru upplýsingar um Sjálvstýrisfloksins søgu, bygna, stevnuskrá, limafeløg, fundir, tiltøk, tíðindi, greinar o.a. Eisini eru persónligar upplýsingar um, og myndir av ting- og landsstýrismanni floksins.
Sjálvstýrisflokkurin, Tingakrossur og Unga Sjálvstýri Navnið “Tingakrossur” sum í ár tíggjund hevur verið blað Sjálvstýrisfloksins, verður varðveitt. Tingakrossur verður framvegis tíðindaberi floksins. Undir yvirskriftini Tingakrossur ber til at leita fram tíðindi, kunngerðir, greinar og kjak. Til ber eisini at koma inn á heimasíðuna sjalvstyrisflokkurin.fo við at skriva tingakrossur.fo. Eisini ber til at koma inn á heimasíðuni við at skriva ungasjalvstyri.fo.
Løtt at umsita Talan er um eina sokallaða ”dynamiska” heimasíðu, bæði tá talan er um tekst og myndir, og dentur hevur verið lagdur á at framleiða eina heimasíðu, sum er løtt at dagføra og umsita; eisini hjá teimum, sum ikki hava stóran kunnleika til heimasíður.
Politiskan týdning Av tí at vit meta, at heimasíðan fær ávísan politiskan týdning fyri støðuna hjá Sjálvstýrisflokkinum í politiska kjakinum, hava vit valt at seta okkum í samband við fólk, sum kunnu verða okkum til hjálpar í hesum arbeiði, og vón okkara er eisini at Føroya fólk, ígjøgnum henda miðil, skjótari og betri kann fáa innlit í politisku sjónarmið Sjálvstýrisfloksins.
Beinleiðis atgongd til heimasíðuna Ætlanin er, at ein og hvør, sum hevur áhuga kann fáa ”serstaka” atgongd til heimasíðuna. Leiðbeining um nýtslu er at síggja á forsíðuni til heimasíðuni. Ætlanin er, at hetta skal galda, tá talan er um greinar og viðmerkingar, men kortini soleiðis, at hetta verður undir ábyrgd.
|